Vangin   /   Føroyskt   /   Brúka Vangan   /   Brúka Vangan
Brúka Vangan

Tín persónligi Vangi

Á Vanganum kanst tú avgreiða persónlig viðurskifti. Vangin er føroysk tænasta, ið savnar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum á einum stað. Á henda hátt skalt tú bara á eitt stað at avgreiða tíni viðurskifti.

Á Vanganum hevur tú postkassan Mínboks. Tú hevur eisini ein kalendara, har tú sært avtalur og freistir. Harumframt eru nógvar sjálvgreiðslur hjá ymsu tænastuveitarunum.

Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Øll, sum eru yvir 13 ár og hava P-tal, kunnu fáa Samleikan og brúka Vangan. Hevur tú Samleikan, kanst tú sostatt gerast brúkari á Vanganum.

Hvussu fært tú Vangan?

Øll sum hava Samleikan, kunnu rita inn á Vangan. Tað einasta, ið krevst, er at tú ert yvir 13 ár og hevur p-tal.

Tú kanst brúka Vangan sum app á telefon ella teldil beinleiðis her á síðuni.

Vel 'Rita inn' í ovara høgra horni fyri at vitja tín persónliga Vanga. Tú ritar inn við Samleikanum.

Fá Samleika appina á leinkinum niðanfyri:

Vangin sum app

Tú kanst koma til Vangan á app ella við at rita inn her á heimasíðuni. Báðir møguleikar geva tær somu tryggu hentleikar, so tú skjótt og lætt kanst avgreiða tíni viðurskifti.

Tak appina niður við at trýsta á leinkið niðanfyri:

Rita inn við Samleikanum

Tá ið tú skalt rita inn á Vangan á teldu ella við app, skalt tú brúka Samleikan.

Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú fáa hann her:

Tú kanst lesa meiri um Samleikan á heimasíðuni samleikin.fo

Talgild atkoma

Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur verið, at so nógv sum møguligt skulu hava atgongd til talgildu tænasturnar.

Tí settu Talgildu Føroyar sær fyri, at liva upp til krøvini og standardarnar í WCAG (Web Content Accessability Guidelines). Soleiðis tryggja vit, at so nógv sum møguligt fáa atgongd til talgildu tænasturnar.

Á heimasíðuni hjá Vanganum eru ymisk hjálparaamboð tøk til tey, ið hava ymiskar avbjóðingar við t.d. hoyrn og sjón.

Myndin, sum er víst niðanfyri, er at finna inni á Vanganum, og her kanst tú velja ymsu hjálparamboðini.

  • Knappastýring
    Allar funkur á Vanganum kunnu brúkast við knappastýring. Tað vil siga, at tú ikki nýtist brúka músina. Tú kanst heldur brúka allar funkurnar við at trýsta á knappaborðið.
  • Fá tekstirnar lisnar upp
    Fyri tey, sum hava trupulleikar við at lesa ella ikki síggja væl, er møguleiki fyri at fáa tekstirnar á Vanganum lisnar upp.
  • Litmótsetningar
    Teksturin á Vanganum er gjørdur soleiðis, at tað er kontrastur á litunum. Hetta er gagnligt fyri øll, og alneyðugt fyri tey, sum sum eru sjónveik ella litblind. Tú kanst velja, hvussu stóran litmótsetning tú vilt brúka.
  • Hálýs leinkjur
    Tú kanst hálýsa leinkir. Hetta hjálpir tær, um tú ikki sært væl og vil síggja betri, hvar tað er møguligt at trýsta á leinkjur.
  • Størri tekstur
    Tú kanst gera tekstin størri, um tú ikki sært væl.
  • Tekstfjarstøða
    Tú kanst gera fjarstøðuna á tekstinum størri.
  • Steðga livandi myndum
    Tú kanst steðga livandi myndum, sum t.d. video.
  • Hjálp til orðblind
    Tú kanst velja eina serliga skrift, sum er gagnlig fyri orðblind. Skriftin hevur eitt serstakt snið, sum ger tað lættari hjá orðblindum at lesa.
  • Vísari
    Vísarin frá músini kann gerast størri, so at hann er lættari at síggja.
Brúkstreytir

Tú kanst lesa brúkstreytirnar fyri Vangan á leinkinum niðanfyri:

Brúkstreytir fyri Vangan

Nýtsla av persónsupplýsingum

Tú kanst lesa, hvussu tínar persónsupplýsingar verða brúktar á Vanganum og tíni rættindi í hesum sambandi á leinkinum niðanfyri.

Viðgerð av persónsupplýsingum

Strika Vangan

Um tú ikki vilt brúka Vangan longur, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar um at strika hann. Set teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella send teldupost til 1881@talgildu.fo.

Tú brúkar Samleikan at rita inn á Vangan
Tú brúkar Samleikan at rita inn á Vangan
Soleiðis brúkar tú Vangan