Samskiftisupplýsingar
Á Vanganum kanst tú velja at skráseta tína teldupostadressu og telefonummar, soleiðis at almennir myndugleikar kunnu fáa hesar kontaktupplýsingar, um teir umbiðja tær.
Á henda hátt tryggjar tú, at tað eru røttu upplýsingar, sum verða brúktar og at tú fært neyðug boð á rætta stað.
Almennir myndugleikar og kommunur kunnu bara brúka kontaktupplýsingarnar, um tú gevur samtykki til tað.
Tá ið tú hevur ritað inn á Vangan, fert tú undir stillingar. Her velur tú "Samskiftisupplýsingar".
Tú kanst rætta teldupostadressu og telefonnummar. Tú kanst eisini geva samtykki ella taka tað aftur.
Tá tú gevur samtykki til tað, kunnu almennir myndugleikar og kommunur fáa samskiftisupplýsingarnar, sum tú hevur upplýst á Vanganum.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gevur ikki vissu fyri, at upplýsingarnar verða strikaðar hjá einstaka almenna myndugleikanum.
Set teg í samband við einstaka myndugleikan, um tú vilt fáa tínar upplýsingar strikaðar hjá teimum.
Um tú skiftir telefonnummar ella teldupostadressu, kanst tú fara inn á Vangan at broyta kontaktupplýsingarnar. Hetta gert tú undir Uppseting á vinstra bredda á Mín síða.
Teldupostadressan, sum tú skrásetur, verður eisini brúkt, tá ið tú fært fráboðan um post í Mínboks og nýggjar avtalur í kalendarnum.