Talgild fulltrú
Við talgildari fulltrú kanst tú fáa ein avvarðandi at avgreiða tíni viðurskifti hjá ávísum tænastuveitarum á Vanganum.
Hevur tú fulltrú, virkar tú fyri viðkomandi og hevur rættindi at brúka sjálvgreiðslur og síggja upplýsingar knýttar at tænastuveitaranum.
Niðanfyri kanst tú lesa meira talgilda fulltrú, og hvussu tú gert fyri at søkja um tað.
Um tú vilt hava onkran at orðna tíni viðurskifti á Vanganum, kanst tú geva viðkomandi fulltrú. So kann hesin avgreiða tíni viðuskifti hjá ávísum tænastuveitarum á Vanganum.
Hevur tú fulltrú hjá einum avvarðandi, virkar tú fyri viðkomandi og hevur rættindi at brúka sjálvgreiðslur og síggja upplýsingar knýttar at tænastuveitaranum, t.d. Apoteksverkinum.
Um tað er viðkomandi við fulltrú, sum t.d hevur endurnýggjað eina resept, so sær Apotekið tað.
Talgild fulltrú er ætlað teimum, ið av onkrari orsøk ikki kunnu ella vilja brúka Vangan. Hetta kunnu vera fólk
- við skerdum førleikum
- ið eru komin upp í árini, og ikki føla seg trygg við talgildum tænastum
- ið av av eini ella aðrari orsøk vilja lata seg umboða av øðrum.
Tá tú skalt fáa fulltrú
- Tú skalt vera í minsta lagi 18 ár fyri at fáa fulltrú. Tú mást hava Samleikan fyri at fáa fulltrú.
Tá tú skalt lata fulltrú
- Tú skalt vera í minsta lagi 18 ár fyri at lata øðrum fulltrú. Um tú ikki hevur Samleikan, kann viðkomandi, ið skal fáa fulltrú fara inn á Vangan at søkja um fulltrú frá tær. Har kann skjal printast út at skriva undir.
At geva fulltrú krevur altíð undirskrift frá fulltrúarveitara. Til ber at velja, um tú undirskrivar talgilt ella við hond.
Á Vanganum ber tað í løtuni til at fáa og geva fulltrú við tænastunum hjá Apoteksverkinum og Mínboks.
TAKS hevur talgilda fulltrú til Borgaragluggan, sí meira á taks.fo
Tú kanst søkja um talgilda fulltrú á Vanganum. Tú skalt vera í minsta lagi 18 ár fyri at fáa fulltrú og mást hava Samleikan fyri at fáa talgilda fulltrú.
Skalt tú síggja heilivágsupplýsingar o.a. hjá avvarðandi, fert tú inn á veitarasíðuna hjá Apoteksverkinum at søkja um fulltrú.
Skalt tú hava atgongd til Mínboks hjá avvarðandi, fert tu inn á veitarasíðuna hjá Talgildu Føroyum og søkir um fulltrú har.
Tað er einstaki tænastuveitarin, ið viðger umsóknina um fulltrú.
Skalt tú geva fulltrú, fert tú inn á fulltrú sjálvgreiðsluna hjá tænastuveitaranum og upplýsir, hvønn tú vilt geva fulltrú til. At enda váttar tú við talgildari undirskrift.
Ein avvarðandi kann eisini biðja um fulltrú á Vanganum. Tá fært tú boð um at undirskriva fyri at játta umsóknina.
Til ber at velja, um tú undirskrivar talgilt við Samleikanum, ella tekur eina váttan niður, har tú undirskrivar við hond, og síðan viðfestir hana aftur. Í báðum førum skal umsóknin um fulltrú sendast inn gjøgnum Vangan.
At geva fulltrú krevur altíð undirskrift frá fulltrúarveitara.
Tá tú hevur fingið talgilda fulltrú, sært tú upplýsingarnar hjá tí, tú hevur fulltrú hjá.
Hjá Apoteksverkinum sært tú heilivágsupplýsingar hjá viðkomandi, og tú kanst virka vegna tey við til dømis at bíleggja heilivág teirra vegna.
Í Mínboks kanst tú síggja brøvini hjá tí, tú hevur fulltrú yvir.
Um tú fremur eina gerð fyri viðkomandi, sær tænastuveitarin at tað er tú, sum hevur framt gerðina.
Ja, tú kanst hava fulltrú til fleiri persónar. Ein umsókn skal sendast inn fyri hvønn einstakan persón, tú vil hava fulltrú til.
Ja, tú kanst geva fulltrú til fleiri persónar. Tó skal ein umsókn sendast inn fyri hvønn einstakan persón, sum tú gevur fulltrú til.
Einstaku tænastuveitararnir velja, hvussu leingi fulltrúin er galdandi.
Í løtuni bjóða bert Apoteksverkið og Mínboks fulltrú, og hjá teimum er ikki mark á, hvussu leingi fulltrúin er galdandi.
Viðgerðartíðin til Mínboks fulltrú er 1 vika, meðan viðgerðartíðin til fulltrú hjá Apoteksverkinum er upp til 2 vikur. Tú fært boð í Vanganum, tá ið tú hevur fingið fulltrú.
Nei, tað ber ikki til at fáa fulltrú til Vangan sum heild. Í løtuni er møguligt at fáa fulltrú til Mínboks og Apoteksverkið á Vanganum, og man má søkja frá einstaka stovninum um talgilda fulltrú.
Nei, tað ber ikki til at fáa fulltrú til Samleikan.
Tú sært ovast á síðuni á tænastuveitaranum, hvønn tú hevur givið fulltrú til.
Tú kanst altíð strika eina fulltrú, tú hevur givið. Hetta gert tú við at fara inn á fulltrú sjálvgreiðsluna hjá tænastuveitaranum. Har er møguleiki at strika ta fulltrú, tú hevur givið.
Tá tú strikar fulltrúina, strikar tú hana í síni heild. Tað vil siga, at tá hevur fulltrúin onga heimild longur at umboða teg.
At strika fulltrú krevur ikki viðgerð frá tænastuveitaranum, so hon verður sjálvvirkandi strikað.
Til ber eisini at ringja beinleiðis til tænastuveitaran fyri at strika fulltrú.