Umsitingarskipanin er til tænastuveitarar á Vanganum. Her kunnu ábyrgdarpersónar umsita sínar sjálvgreiðslur.
Allar sjálvgreiðslur á Vanganum skulu hava ein inngangstekst, váttanartekst, útgangstekst og møguliga hjálpartekst. Tekstirnir verða skrivaðir í umsitingarskipanini.
Tænastuveitarar kunnu bíleggja nýggjar tænastur inni á skipanini.
Skal ein sjálvgreiðsla gerast virkin ella óvirkin, verður hetta eisini gjørt í umsitingarskipanini.
Tænastuveitarar á Vanganum eru stovnar, kommunur og fyritøkur, ið veita tænastur og dátur á Vanganum. Tey hava øll egna veitarasíðu.
Akstovan, Apoteksverkið og Tórshavnar kommuna eru dømir um tænastuveitarar.
Ávís starvsfólk hjá tænastuveitarum kunnu rita inn á umsitingarskipanina. Tú ritar inn við Samleikanum.
Øll, sum hava atgongd til umsitingarskipanina, skulu vera skrásett sum LN- brúkarar. Set teg í samband við Talgildu Føroyar, um tað eru starvsfólk, ið skulu skrásetast.
Tænastuveitarar í Mínboks kunnu umsita postskipanina í leinkinum niðanfyri