Vangin   /   Føroyskt   /   Hjálp   /   Ofta settir spurningar
Ofta settir spurningar

Ofta settir spurningar

Niðanfyri sært tú spurningar, ið kunnu hjálpa tær at brúka Vangan.

Hvat kanst tú gera á Vanganum?

Á Vanganum kanst tú samskifta við teir tænastuveitarar, ið eru. Tú hevur atgongd til tínar persónligu dátur. Tú hevur ein kalendara, sum vísir avtalur og freistir frá tænastuveitarunum. Harumframt hevur tú møguleika fyri at senda inn umsóknir av ymiskum slag til tænastuveitarar.

Niðanfyri sært tú, hvussu tú kanst brúka Vangan

Hvør sær tínar upplýsingar?

Vangin er persónligur, og bara tú hevur atgongd til allar dáturnar. Hetta merkir, at ymisku tænastuveitararnir ikki hava atgongd til dátur hjá hvørjum øðrum, uttan tú gevur samtykki. Dátur verða ikki samkoyrdar á Vanganum.

Er Vangin tryggur?

Dátur, sum verða heintaðar inn á Vangan, eru bronglaðar (krypteraðar) og Vangin er tí sera tryggur.

Tú kanst lesa meira um, hvussu Vangin viðger tínar persónligu dátur á leinkinum niðanfyri:

Persónligar dátur í Vanganum

Hvussu finnur tú tín post á Vanganum?

Mínboks er á Vanganum, og tú sært tín post á forsíðuni, tá tú hevur ritað inn. Tú fært eina fráboðan í ovara høgri horni í Vanganum, tá ið tú fært nýggjan post í Mínboks.

Hvat skalt tú gera, um tú missir telefonina burtur?

Um tú missir telefonina við Samleikanum burtur, skalt tú beinanvegin ringja til okkum á telefon 1881 og strika Samleikan.

Hetta hevur við sær, at tú missir atgongd til Vangan.

Tú mást hava eina virkna Samleika app fyri at brúka Vangan.

Tá tú hevur fingið nýggja telefonfon, kanst tú bíleggja Samleikan av nýggjum. Tá umsóknin av Samleikanum er góðkend, hevur tú aftur atgongd til Vangan.

Hvussu veitst tú, um ein umsókn er móttikin?

Tá tú hevur sent inn umsókn, fært tú eitt avrit av umsóknini í Mínboks sum kvittan. Avritið finnur tú undir 'Kvittanir frá Vanganum.'

Hvat gert tú, um tú hevur gloymt loynitalið?

Bara tú veitst títt loynital. Hetta merkir, at um tú hevur gloymt títt loynital, mást tú strika Samleikan og bíleggja hann av nýggjum.

Les meira á heimasíðuni samleikin.fo

Hesi senda til tín í Mínboks

Hesi virkir og stovnar samskifta umvegis Mínboks

  • Akstovan
  • ALS
  • Atlantic Airways
  • BankNordik
  • Betri Pensjón
  • Betri Banki
  • Duty Free (+) FAE
  • Elektron
  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Føroya Gjaldstova
  • Klaksvíkar kommuna
  • Landssjúkrahúsið
  • Lív
  • Norðoya Bú- og Heimatænasta
  • Norðoya Sparikassi
  • Studni
  • Suðuroyar Sparikassi
  • TAKS
  • Tórshavnar kommuna

Kann Mínboks strikast?

Um tú ikki vilt brúka Mínboks longur, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar um at strika Mínboks.

Tað eru tveir hættir at strika Mínboks:

  1. Rita inn á Vangan og far til Mínboks og vel 'Nýtt bræv' (ovast í vinstra horni á teldu). Vel Mínboks sum móttakara. Í boðini skrivar tú títt fulla navn og føðidato, og at tú vilt strika Mínboks.
  2. Møt upp hjá Talgildu Føroyum á Staravegi 9 og hav pass ella koyrikort við tær.
Hvussu kanst tú brúka ættarbandsskránna
Hvat fyri útgávu av telefon skalt tú hava

Um tú brúkar Vanga appina á iPhone skal stýrisskipanin vera í minsta lagi iOS 11.0.

Kann Vangin strikast?

Um tú ikki vilt brúka Vangan longur, kanst tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar um at strika hann. Set teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella send teldupost til 1881@talgildu.fo.