Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum og er síðustillað við vanligan papírspost.
Tú sleppur til Mínboks við at rita inn á Vangan her á síðuni, uppi í høgra horni, ella tú gert tað í Vanga appini, sum tú tekur niður á telefon ella teldil
Í leinkinum niðanfyri eru brúkstreytirnar fyri Mínboks
Mínboks er partur av Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum.
Les meira um Samleikan, og hvussu tú brúkar hann á samleikin.fo
Tá ið tú hevur ritað inn á Vangan, sært tú Mínboks postkassan á forsíðuni. Ein fráboðan kemur á brævbjálvan í ovara høgra horni, tá ið tú fært nýggjan post í Mínboks.
Um tú brúkar Vanga appina, velur tú Mínboks, tá ið tú hevur ritað inn og kemur beinleiðis í postkassan.
Tú fært boð á tín privata teldupost, tá ið nýggjur postur kemur í Mínboks. Tú kanst broyta tína teldupostadressu á Vanganum, sí leinki niðanfyri:
Vit mæla tær til at hyggja javnan í postkassan.
Við løgtingslóg er ásett, at upplýsingar, sendar umvegis Mínboks, roknast sum komnar fram ta løtu, tá upplýsingarnar eru atkomandi fyri teg í Mínboks. Júst sum við vanligum pappírsposti, har brævið er komið fram, tá upplýsingarnar liggja í postkassanum og eru atkomandi hjá tær.
Tað hevur ongan týdning, um tú hevur móttikið fráboðan við hjálpiamboðum (t.d. notifikatión við telduposti ella SMS fráboðan) um, at boð eru komin í Mínboks, ella um tú hevur trupulleikar við egnari fareind ella t.d. hevur gloymt loynitalið til Samleikan, tí hetta eru trupulleikar, ið tú stendur fyri at loysa.
Les meira í Løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2023 um almennu talgildu postskipanina Mínboks.
Um tú ikki vilt brúka Mínboks longur, skalt tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar um at gera Mínboks óvirkna.
Um eigarin av Mínboks ikki er førur fyri at senda umbøn um at gera Mínboks óvirkna, kann ein avvarðandi gera tað. Tað er viðkomandi, ið sendur umbønina inn, sum undirskrivar.
Soleiðis gert tú Mínboks óvirkna
Fyll út skjalið í leinkinum niðanfyri.
Umbøn um at gera Mínboks óvirkna
Send við Mínboks
Rita inn á Vangan, far til Mínboks og vel 'Nýtt bræv'. Vel Mínboks sum móttakara og viðfest skjalið í boðini.
GG: Sendir tú brævið við Mínboks, nýtist tú ikki undirskriva skjalið ella viðfesta mynd av samleikaprógvi. Tú verður eyðmerkt/ur av Samleikanum.
Send við telduposti
Tú kanst eisini senda skjalið við undirskrift og mynd av samleikaprógvi til 1881@talgildu.fo ella til Talgildu Føroyar, Staravegur 9, Tórshavn.
GG: Sendir tú brævið við telduposti, skal skjalið vera undirskrivað, og mynd av samleikaprógvi hjá undirritaða skal viðfestast.
Tú kanst senda teldupostar og skjøl til ávísar tænastuveitarar í Mínboks.
Á Vanganum fert tú fyrst í Mínboks. Síðani velur tú at skriva nýtt bræv (ovast í vinstra horni á teldu).
Vel hvønn tú skalt senda bræv til. Trýst á pílin niður og fá fult yvirlit yvir tænastuveitarar, ið tú kanst senda til.
Skriva yvirskrift, ið hóskar til samskifti, og síðani kanst tú viðfesta skjøl í teiginum niðanfyri.
Tá ið tú hevur skrivað brævið, trýstir tú á Send ovast í høgra horni.
Tørvar tær at geva onkrum fulltrú í tíni Mínboks? Ella kanska tú hevur brúk fyri at fáa fulltrú frá øðrum? Tað er einfalt og trygt!
Hevur tú fulltrú til Mínboks hjá einum avvarðandi, virkar tú fyri viðkomandi og hevur rættindi at brúka sjálvgreiðslur og síggja upplýsingar knýttar at Mínboks.
Tú kanst søkja um fulltrú til Mínboks við at trýsta á leinkið niðanfyri: